Grunnurin

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG) er settur á stovn við løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 við seinni broytingunum.

Grunnurin hevur til endamáls at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Fæ grunnsins verður fingið til vega við at allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 2,25% av teirra árligu skattaskyldu inntøku og allir arbeiðsgevarar rinda 2,25% av útgoldnum A-inntøkum.

Stovnurin fór undir regluligar útgjaldingar til persónar yvir 67 ár 1. apríl 1997. Ein persónur hevur rætt til eftirløn, tá hann hevur fylt 67 ár.